Tá vanlig fólk fáa óvanligt vald
Vit hugsa øll sum Trump – munurin er valdið
Í eini samrøðu við The New York Times tann 8. januar 2026 varð Donald Trump spurdur, um tað eru nøkur mørk fyri hansara valdi. Svarið var líka so avdúkandi, sum tað var órógvandi: "Yeah, there is one thing. My own morality. My own mind. It's the only thing that can stop me."
"I don't need international law," legði hann afturat. "I'm not looking to hurt people."
Hetta er ein merkisverd útsøgn. Men áðrenn vit fordøma Trump sum øran, ein klovn ella hvat vit annars kunnu finna uppá av nøvnum, kunnu vit í staðinfyri seta okkum ein týdningarmiklan spurning: Hvussu óvanligur er tankahátturin hjá Trump í veruleikanum?
Vit eru øll Trump
Chris Argyris, sum er serfrøðingur í organisatiónssálafrøði, brúkti áratíggju upp á at kanna, hvussu menniskju hugsa og handla undir trýsti. Hansara niðurstøða er ótespilig, men neyðug at skilja: Tann mátin, Trump hugsar uppá, er ikki eitt frávik ella ein sjúka. Tað er tann "default" mátin, menniskju reagera uppá, tá vit kenna okkum hótt.
Argyris vísir á, at grundleggjandi ynskið um tamarhald, fokus upp á at vinna, og óttin fyri at missa andlit, er ein universal drívmegi. Vit kenna tað øll frá okkum sjálvum, tá vit verða trýst í eini kjaki: Vit fara í verjustøðu, vit leita eftir prógvum fyri at vit hava rætt, og vit lata oyruni aftur fyri mótargumentum.
Munurin er altso ikki, at Trump er ómenniskjaligur. Munurin er, at hann er alt ov menniskjaligur. Hann agerar út frá teimum mest primitivu verjumekanismunum, vit eiga, men uttan siðmennandi bremsurnar, sum vanliga halda okkum aftur. Og – her er kjarnan – hann ger tað við heimsins størsta valdsapparati í rygginum.
Tá vanlig menniskju fáa atomkotur
Trupulleikin er tískil ikki tankahátturin í sær sjálvum, men hvat hendir, tá hesin tankahátturin fær absolutt vald. Tá ein vanligur persónur fokuserar upp á prestisju, eru avleiðingarnar avmarkaðar. Men tá forsetin í USA ger tað sama, kann tað elva til kríggj og oyðileggja samgongur.
Trump avdúkar hetta skiftið frá reglum til vilja, tá hann vísir altjóða lóg frá sær. Hannah Arendt lýsti munin millum lóg og samvitsku: Samvitskan er subjektiv ("mín moralur"), meðan lógin er objektiv og bindandi fyri felagsskapin. Tá "mín moralur" verður settur omanfyri reglur, og stovnarnir og Kongressin ikki siga frá, verður lógin strikað sum ytra mark. Markið liggur nú einans í innaru metingini hjá leiðaranum.
Ella sum Arendt lýsti tað í The Origins of Totalitarianism: Tá myndugleikar ikki fordøma, merkja tey, sum eru lægri í hierarkinum, onga ábyrgd. "Hvør eri eg at døma, tá leiðarin sigur at tað er í lagi?"
"Eg vil ongum nakað ilt"
Trump roynir at sissa okkum við, at hann "ikki er úti eftir at skaða fólk." Men tað er her, at granskingin hjá Argyris verður viðkomandi.
Argyris eyðmerkti eitt mynstur, hann kallaði verjukenda hugsan. Vit sniðgeva okkara argumentir soleiðis, at tey bara kunnu royndarkoyrast innanfyri okkara egna logikk, fyri at sleppa undan at verða avbjóðað. Útsøgnin hjá Trump um, at hansara egni moralur er tað einasta markið, er eitt skúladømi.
Hetta verður enn týðiligari, tá hann greiðir frá, hví hann vil eiga Grønland: "Because that's what I feel is psychologically needed for success… Ownership gives you things and elements that you can't get from just signing a document."
Sálarliga neyðugt. Ikki strategiskt ella trygdarliga. Tá persónligi tørvurin hjá einum leiðara fyri at "vinna" og "eiga" trumfar altjóða avtalur, eru vit inni í kjarnuni av sjálvsváttandi hugsan.
Fiktivir heimar og "erligur óndskapur"
Hví góðtaka vit hetta? Arendt brúkar eitt dømi frá sjónleikinum Dreigroschenoper hjá Bertolt Brecht úr 20'unum. Leikurin lýsti gangstarar sum virðiligir handilsmenn og øvugt. Men ístaðin fyri at verða skelkað, kendi borgarastættin ein lætta. Endiliga kundu tey sleppa maskuni. Tey vóru troytt av tí høviska dupultmoralinum og vildu heldur hava erligan óndskap enn óerliga góðvild.
Sum Arendt skrivar um reaktiónina:
"The bourgeoisie […] had been fooled by its own hypocrisy for so long that it had grown tired of the tension… [and] welcomed the exposure of its hidden philosophy."
Tey vildu heldur kyniskt viðganga grammleikan enn at royna at halda eina moralska fasadu. Vit síggja sama ynskið í dag: Heldur enn at lata sum um vit fylgja reglum, sum allíkavæl ongin heldur, vil man heldur hava tann "erliga óndskapin".
Munurin er, at í dag er hesin hugburður fluttur inn í sjálvt maktarinnar sentrum. Tá Stephen Miller og Sean Hannity í Fox News-studioinum staðfesta, at Trump ger "the art of the deal" til veruleika við Grønlandi, byggja teir eina felags fiktión. Teir strika munin millum sannleika og lygn fyri at fáa sín vilja.
Veruleikans múrur
Men sjálvt tann sterkasta fiktiónin møtir fyrr ella seinni veruleikans múri. Í hesum førinum er múrurin bygdur av blekki og undirskriftum, sum USA sjálvt hevur sett.
Miller heldur fast í, at hansara logikkur byggir á 500 ára gamlar reglur. Men verjuavtalan frá 1951, seinast dagførd í Igaliku í 2004, sigur honum ímóti. Her bindur USA seg til at "consult with and inform" stjórnina í Kongsríkinum Danmark. USA hevur altso ikki bara viðurkent yvirræði hjá Danmark – tey hava juridiskt bundið seg til dialog og ráðførslu. Retorikkurin hjá Miller um, at Danmark hevur "dumpað royndirnar", er ein beinleiðis umskriving av veruleikanum.
Trupulleikin er, at demokratiska mótstøðan svíkur, tí mekanismurnar í sjálvari skipanini arbeiða ímóti henni. Argyris kallar tað "organizational defensive routines". Tá Trump sigur, at Grønland er "psychologically needed", setur hann síni starvsfólk í eitt double bind: Um tey vísa á 2004-avtaluna, eru tey "neilig". Um tey tiga, eru tey samsek. Úrslitið er, at skipanin missir evnini at rætta feilir.
Tá skipanin lærir at tiga
Fyri Føroyar og restini av Ríkisfelagsskapinum er hesin retorikkur ikki abstraktur. Um vit lata Miller og Trump definera veruleikan, har "tamarhald" er alt og "avtalur" eru einki, so er ikki langt til tann dagin, har onkur í Washington ger av, at eisini Føroyar eru "sálarliga neyðugar" fyri teirra succes.
Svarið upp á óvanligt vald krevur tí meira enn vanliga tøgn. Tað krevur, at vit nokta at góðtaka fiktiónina.
Argyris vísir okkum, at verjuskipanir yvirliva við at halda sínar fortreytir fjaldar. Mótstøðan byrjar tí, tá onkur sigur hart: 2004-avtalan er galdandi. Vit vænta, at hon verður hildin. Punktum. So verður fiktión til nakað, sum kann eftirkannast, í staðin fyri at vera bygt á eitt ósjónligt grundarlag.
Arendt minnir okkum á, at politikkur byggir á, at vit kunnu semjast um ein felags veruleika. Hetta kravið er ikki eitt mótmæli, men ein noktan at sleppa sínum egna taki um veruleikan. Igaliku-avtalan er ikki ein tulkingarspurningur. 57.000 grønlendingar eru ikki ein fótnota.
Fyri Føroyar, Grønland og Danmark er spurningurin ikki, um vit hava rætt, men um vit tora at brúka rættin. Vandin er, at vit so líðandi venja okkum við hendan nýggja logikkin, har vit tiga fyri at "loysa" støðuna. Men um vit tiga, tá “vilji” kemur í staðin fyri “lóg”, so eru vit ikki longur offur fyri valdinum – vit eru vorðin tænarar hjá tí.
Tí um skipanin lærir at tiga nú, er spurningurin ikki bara, um hon nakrantíð fær røddina aftur. Spurningurin er, um hon nakrantíð fær veruleikan aftur.
Keldur
Arendt, H. (1973). The origins of totalitarianism (New ed. with added pref). Harcourt Brace Jovanovich.
Argyris, C. (1993). Knowledge for action: A guide to overcoming barriers to organizational change (1st ed). Jossey-Bass Publishers.
CNN News (2026, januar, 5) Stephen Miller Greenland Part of us [Video]. https://edition.cnn.com/2026/01/05/world/video/stephen-miller-greenland-part-of-us-trump-venezuela-tapper-digvid-vrtc
Fox News. (2026, januar 17). 'POLAR COMPETITION': Stephen Miller details US maneuvering on Greenland [Video]. https://www.youtube.com/watch?v=6T27Qxr2BF8
Rogers, K., Shear, M. D., & Schmitt, E. (2026, januar 8). Trump Lays Out a Vision of Power Restrained Only by 'My Own Morality'. The New York Times. https://www.nytimes.com/2026/01/08/us/politics/trump-interview-power-morality.html
U.S. Department of State. (2004). Agreement between the United States of America and Denmark amending and supplementing the Agreement of April 27, 1951. Signed at Igaliku August 6, 2004. https://www.state.gov/wp-content/uploads/2019/02/04-806-Denmark-Defense.done_.pdf



















