Tá kjak gerast hvassari: Hvussu vit byggja brýr heldur enn at grava veitir.
Í okkara almenna rúmi - serliga á sosialu miðlunum, har algoritmur ofta løna tí hvassa og kensluborna - uppliva vit ofta, at tónin í kjakinum harðnar. Tað, ið byrjar sum eitt orðaskifti um týdningarmikil evnir, endar skjótt í einum polariseraðum stríði, har partarnir grava seg niður í hvør sína skotgrøv. Vápnini eru demonisering og persónlig álop, og úrslitið er ikki, at samrøðan steðgar, men at hon fær eitt nýtt og skaðiligt skap. Hon heldur fram sum larmur, har endamálið ikki longur er at skilja, men at vinna.
Í slíkum polariseraðum kjakum kann tað verða torført at luttaka uttan at kenna seg kravdan at velja síðu og enda í eini skotgrøv. Hetta ger, at nógv halda seg aftur, sum annars kundu bjóða inn við fleiri nuansum, sum allarhelst hevði verið gagnligt fyri øll.
Men hvat um vit valdu onnur amboð? Hvat um vit, í staðin fyri at grava, valdu at byggja brýr við at brúka forvitni, vælvild og sakligar spurningar? Hetta innleggið er ein roynd at vísa, hvussu vit kunnu taka tað valið.
Sum grundarlag fyri hesi greiningini brúki eg sjónarmiðini hjá samskiftisgranskaranum James C. McCroskey. Hansara høvuðstanki er einfaldur, men avgerandi: Fyri at samskifti skal eydnast, mugu vit altíð hava móttakaran í huganum. Hetta er eitt hent amboð til at skilja, hví kjak fara av sporinum, og hvussu vit kunnu royna at koma aftur á rætta kós.
Trupulleikin: Tá grundgevingar gerast vápn - Lærdómur frá einum polariseraðum kjaki
Eitt kjak, ið nýliga hevur verið í føroyskum miðlum er stríðið millum Ísrael og Palestina, sum millum annað er lýst við innleggum frá Kára Sverrissyni, Sjúrði Skaale og Mickey Shemesh. Hesi innlegg eru góð dømir uppá hvussu kjak skjótt kann gerast polariserað. Vit síggja hvussu partarnir seta seg í hvør sína skotgrøv og hvørji vápn teir brúka til at skjóta eftir hvørjum øðrum.
Demonisering og mál sum provokatión: Kári Sverrisson byrjar sítt innlegg við eini sterkari samanbering, ið alt fyri eitt setur mótpartin í eina moralskt forkastiliga støðu: “Fyri mær kundu tey eins væl havt eitt swastika hangandi á bróstinum”. Hann heldur fram við at ákæra ísraelska flaggið, sum Sverrisson sigur umboða hugsjónina, “at tað finst eitt serligt fólkaslag omanfyri onnur fólkasløg, og at tað finnast virðisleys menniskju”. Við at nýta so sterk orð sum “kolonialistiskt og rasistiskt apartheid-stýri” og "etniska útreinsan", roynir Sverrisson at delegitimera gerðir Ísraels. Eitt av teimum sterkastu vápnunum í eini skotgrøv er at demonisera mótpartin. Hetta skapar eina so stóra gjógv (message discrepancy), at boðskapurin virkar mótsett: Í staðin fyri at sannføra, ger hann mótpartin enn vísari í síni egnu, upprunaligu støðu.
Mótálop og álop á trúvirði (Ethos): Sjúrður Skaale svarar aftur við at siga, at Sverrisson "heingir eitt ljótt, ljótt spjaldur um hálsin á sær sjálvum". Skaale verjir fólkaræðisligu virðini hjá Ísrael og ákærir Sverrisson, sum Skaale heldur er við til at "demonisera sjálvt ísraelska flaggið". Hann setur spurnatekin við keldur og motivið hjá Sverrison, til dømis við at kalla Ilan Pappe "millum mest umstríddu søgufrøðingar yvirhøvur" og við at ákæra hann fyri at vera "drivnar av hesi somu aktivismu enn av at leggja fram fakta". Skaale leypur á "etos" - trúvirðið hjá keldunum sum Sverrisson brúkar. Hetta er sum at royna at oyðileggja fundamentið hjá mótpartinum.
Ákærur um rasismu og demonisering á hægsta stigi: Mickey Shemesh tekur kjakið til eitt enn meira konfronterandi stig við at samanbera innleggið hjá Sverrisson við Mein Kampf. Hóast hann partvís tekur samanberingina aftur ("Eg fór ov langt. Tað var í so grovt."), endurinnførir og útgreinar hann ákæruna um, at Sverrisson javnsetir "Israel / jødarnar fram sum tað ónda saman við nazismuni", og kallar boðskapin rasistiskan/antisemitiskan. Shemesh ákærir Sverrisson fyri at nýta "ótrúliga grovar lygnir fyri at rættvísgera sína rasismu".
Í hesum dømum síggja vit, at fokus verður flutt frá sakligum kjaki til persónlig álop og demonisering. Kjakarnir eru so sannførdir um sín egna "sannleika", at teir ikki viðurkenna kompleksitetin í støðuni mótpartinum, men ístaðin býta heimin upp í "rætt" og "skeivt", "gott" og "ónt". Samtalan steðgar ikki, men heldur fram sum eitt vápn, ið ger veitina millum partarnar enn djúpari og breiðari. Hetta eru klassisk tekin um polarisering, har endamálið ofta ikki er at sannføra mótpartin, men heldur at mobilisera síni egnu viðhaldsfólk. Men hóast endaliga úrslitið er tað sama, er ein týðandi munur á, hvønn taktikk partarnir brúka.
Meðan Kári velur eina beinleiðis og konfronterandi tilgongd við sterkum samanberingum og nógvum tilvísingum til søguligar og núverandi hendingar, velja Sjúrður og Mickey eina meira subtila strategi. Sjúrður viðurkennir negativa síður av Ísrael - so sum "ódámlig fólk" í stjórnini og enntá "krígsbrotsverk" - meðan Mickey enntá byrjar sítt innlegg við eini umbering. Við hesum byggja teir báðir sítt egna trúvirði (ethos) sum rímiligir eygleiðarar.
Hetta kann eisini virka sum ein vaksinering (inoculation) ímóti álopunum frá Kára - teir forma hugburðin hjá lesaranum frammanundan við at vísa á ein "samansettan veruleika" heldur enn eina "eindimensionella" mynd. Men hóast hesin taktikkur kann virka meira nuanseraður, enda allir við at gera tað sama: At døma trúvirðið hjá mótpartinum og staðfesta, hví mótparturin fer skeivur. Brúgvin verður ikki bygd, tí partarnir enn ikki finna eitt felags grundarlag at standa á.
Hetta samsvarar væl við tað, sum Edgar og Peter Schein kalla Humble Inquiry. Kjarnin í hesum er einføld: Heldur enn at vísa á, hvat vit vita, snýr tað seg um at menna eitt samband, grundað á forvitni og áhuga í hinum persóninum, við at vera eymjúkur og viðurkenna, at vit sjálvi bert síggja ein part av myndini.
Loysnin: At byggja brýr og menna sínámillum fatan
Um málið er at byggja brýr, skulu vit flyta okkum burtur frá einum polariserandi taktikki og ístaðin hyggja at meiri konstruktivum tilgongdum.
Samskifti við støði í mótakaranum: Ein grundleggjandi regla fyri munagott samskifti er at hava móttakaran í miðdeplinum. Vit mugu tí fyrst meta um hugburð og fatanir hjá móttakaranum og síðani grunda boðskapin á hesa meting. Í staðin fyri at leggja fram ein boðskap, sum er grundleggjandi øðrvísi og sum elvir til størri ósemju, skulu vit finna ein máta at tillaga okkum. Hetta krevur innlivingarevni - førleikan at seta seg í støðuna hjá øðrum og síggja heimin úr teirra sjónarhorni.
Bygg brúnna við forvitni og spurningum: Í staðin fyri at undirgrava mótpartin er fyrsta stigið í brúgvasmíðinum at leggja eitt sterkt fundament. Vit mugu kanna lendið hinumegin, áðrenn vit byrja. Grundarsteinarnir í hesum fundamenti eru vælvild - fatanin av, at vit vilja mótakaranum tað væl - og líkskapur, har vit finna felags útgangsstøði. Hesir steinarnir skapa tað álit, sum krevst, fyri at nakar skal tora at ganga út á brúnna.
Men eitt fundament er einki uttan sjálva brúnna. Tá grundarsteinarnir eru lagdir, byrjar sjálvt smíðið, stein fyri stein. Her er forvitni okkara týdningarmesta tilfar - ein veruligur vilji at skilja, hví hin síðan sær øðrvísi út. Og hvør steinur, vit leggja, er ein sakligur spurningur. Í staðin fyri at tveita ákærur út í gjónna, kunnu vit leggja spurningar sum:
Kári, tú lýsir flaggið sum eitt ímynd av rasismu. Eg síggi tað øðrvísi. Kanst tú hjálpa mær at skilja, hvørjar royndir ella søguligar hendingar fáa teg at siga so?
Sjúrður, tú verjir Ísrael sum eitt fólkaræði, men viðgongur samstundis, at landið fær atfinningar. Hvar heldur tú, at markið gongur millum at verja eitt land og at vera kritiskur mótvegis teirra politikki?
Mickey, tú dró samanberingina við Mein Kampf aftur. Hvat fær teg kortini at kenna, at retorikkurin hjá Kára er so vandamikil, at ein slík samanbering í fyrstu atløgu kennist neyðug?
Hvør spurningur er ein steinur, sum styttir frástøðuna. Og límið, ið bindur steinarnar saman, er førleikin at lurta eftir svarinum - uttan at avbróta, uttan at døma. Soleiðis verður brúgvin bygd: sterk, gongufør og trygg.
Viðurkenna, at vit síggja tað, vit vilja síggja: Vit hava øll lyndi til at leita eftir kunning, sum váttar okkara egnu áskoðanir, og minnast best ta kunning, sum samsvarar við tær. Um vit ynskja at skapa sanna fatan, mugu vit viðurkenna hesar avmarkingar. Fatan byggir á sannføring, og hesa sannføringina fáa vit best fram við at leggja kunning fram á ein sakligan hátt. Vit kunnu ikki vænta, at móttakarin góðtekur okkara frammanundan ásettu niðurstøðu. Tað er nógv betri at biðja onkran greiða frá, hví støðan er, sum hon er, heldur enn sjálvur at koma við metingum um hana.
Ábyrgdin hjá okkum, ið lurta og lesa: Samskifti gongur báðar vegir. Ábyrgdin liggur ikki bara hjá sendaranum. Sum móttakarar hava vit eisini eina skyldu at vera við til at skapa eitt betri kjak. Tað merkir at lesa við einum opnum og forvitnum sinni, at royna at skilja heldur enn at døma beinanvegin, og at stuðla teimum røddum í kjakinum, sum royna at byggja brýr, heldur enn bert at deila og "dáma" tey mest polariserandi innleggini.
Etikkur í ætlan heldur enn í framferðarhátti: James C. McCroskey sigur, at retorikkur í sær sjálvum er uttan fyri moral - hvørki góður ella ringur. Tað etiska liggur í ætlanini, sum sendarin hevur við móttakaranum. Hetta er sjálv tekningin hjá arkitektinum: Er brúgvin ætlað at sameina og bøta um, ella er hon ein fella?
Um vit ynskja tað gott, hava vit skyldu at lurta - at tilvitað vera opin fyri øðrum sjónarmiðum. At liva við einum opnum og forvitnum huga er avgerandi fyri at bróta niður polariseringina.Men hvat gera vit, tá mótparturin ikki vil okkum væl, men heldur nýtir ósannindi og persónlig álop? Svarið er ikki at fara niður á sama støði. Samskiftisgransking vísir, at meðan ein slík framferð kann geva vinning her og nú, skapar hon við tíðini eina trúvirðisgjógv (credibility gap). Tí er besta verjan at halda fast í egnum integriteti og soleiðis byggja egna trúvirði upp stein fyri stein, samstundis sum tú letur mótpartin avdúka seg sjálvan.
Frá skotgrøv til brúgv: Hvussu vit velja samrøðuna
At enda snýr tað seg um eitt grundleggjandi val. Velja vit at halda fram við at grava skotgravirnar djúpari, har vit herða frontarnar, endurtaka ákærur og leita eftir feilum hjá mótpartinum? Ella velja vit at gera nakað nógv truplari, men eisini meira gevandi: at byggja eina brúgv?
At byggja eina brúgv krevur meira enn bara góðan vilja; tað krevur tilvitaðar gerðir og ein annan hugburð. Fundamentið undir brúnni er forvitni - ein veruligur vilji at skilja, hví onnur síggja heimin øðrvísi, heldur enn bara at burturvísa teirra sjónarmiðum. Tilfarið í brúnni er virðing - at viðurkenna, at mótparturin er eitt menniskja við sínum vónum og ótta, og ikki bara ein fíggindi, sum skal vinnast á. Og amboðini, vit brúka, eru spurningar, ikki ákærur; samrøða, ikki stríð.
Ein brúgv verður ongantíð bygd í einum. Hon verður bygd stein fyri stein. Og á sama hátt betra vit um okkara kjakmentan: eitt íkast, ein viðmerking, ein samrøða í senn. Avbjóðingin er okkara felags.
Keldur
Lesarabræv, skrivað av Kára Sverrisson: Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví? https://dimma.fo/grein/i-kristnum-samkomum-hanga-israelsk-flogg-medan-israel-leggur-gasa-i-oydi-hvi
Lesarabræv, skrivað av Sjúrður Skaale: https://dimma.fo/grein/kari-sverrisson-heingir-eitt-ljott-ljott-spjaldur-um-halsin-a-saer-sjalvum
Lesarabræv, skrivað av Mickey Shemesh: Mein Kampf og Kári Sverrisson https://dimma.fo/grein/aftursvar-til-kara-sverrisson
McCroskey, James C. An Introduction to Rhetorical Communication. Taylor & Francis.
Schein, Edgar H.; Schein, Peter A.. Humble Inquiry, Second Edition: The Gentle Art of Asking Instead of Telling. Berrett-Koehler Publishers.











